Trump forseti í USA lovaði veljarunum ein múr til Meksiko, men Meksiko vil ikki rinda. Tískil hevur forsetin biðið um meira pening frá Kongressini til at byggja múrin.
Í dag hevur forsetin kjakast um immigratión við kongresslimir, og tað var í hesum sambandi, at Trump bað um størri fígging. Republikanararnir vilja gera fíggingina av múrinum til høvuðsmálið í sambandi við val í heyst.
Í morgin skal Umboðsmannatingið atkvøða um eitt republikanskt lógaruppskot, sum setir 25 milliardir dollarar av til múrin. Enn er ikki greitt, um tað er meirluti fyri lógaruppskotinum. Trump fór annars til val upp á at byggja múr til Meksiko og somuleiðis at fáa meksikanarar at rinda fyri múrin. Men tað hevur síðani víst seg, at meksikanarar ikki vilja rinda fyri hesa verkætlan.
/ritzau/Reuters