Amerikanski forsetin Donald Trump er tilreiðar skjótt at almannakunngera eina útskrift av eini samrøðu frá apríl við ukrainska forsetian, Volodimir Zelenskij.
Tað segði hann í gjár stutt fyri fráferð til Washington D. C. til Alabama.
Telefonsamrøðan var, beint eftir at tann 41 ára gamli fyrrverandi skemtarin, ZZelenskij, var valdur til nýggjan forseta.
– Tað kemur ein nýggj útskrift, sum er røtt og týdningarmikil. Eg gevi tykkum eina aðra útskrift, tí eg havi havt tvær samrøðu við ukrainska forsetan, segði Trump.
Hann upplýsti, at útskriftin kanska verður almannakunngjørt dýstdagin.
Ein onnur telefonsamrøða við Zelenskij frá juli í ár hevur fingið stóran týdning í einum møguligum ríkisrættarmáli ímóti Trumpi
Har verður Trump ákærdur fyri at hava roynt at leggja trýst á Zelenski til at seta eina kanning í verk í sambandi við eitt møguligt muturmál ímóti fyrrverandi varaforsetanum Joe Biden og soni hansara fyri handilsvirksemi í Ukraina.
Joe Biden roynir í løtuni at gerast valevni hjá Demokratunum at kappast við Tump um forsetasessin næsta ár.
/ritzau/Reuters

Trump vil almannakunngera útskrift av eldri Ukraina-samrøðu

