Eitt av vallyftunum hjá Donald Trump var, at kríggið í Ukraina skal fáa ein enda. Her er hann avmyndaður saman við russiska forsetanum undir einum fundi í Helsinki í 2018

Trump við greiðum boðum til Putin

Sambært Washington Post hevur nývaldi amerikanski forsetin frárátt Vladimir Putin at gera støðuna í krígnum verri, enn hon er

Eitt av vallyftunum hjá Donald Trump var, at kríggið í Ukraina skal fáa ein enda. Her er hann avmyndaður saman við russiska forsetanum undir einum fundi í Helsinki í 2018

Hósdagin tosaðu Donald Trump og Vladimir Putin saman í telefon, og sambært Washington Post skal Donald Trump tá vera komin við einari týðiligari áheitan á russiska forsetan.

 

Hóast nývaldi amerikanski forsetin segði seg vilja hava ein enda á krígnum í Ukraina, segði hann ongantíð, hvussu hann ætlar, at kríggið skal enda.

 

Washington Post sigur seg vita frá keldum at siga, at nývaldi amerikanski forsetin í samrøðuni fráráddi Vladimir Putin at gera støðuna í krígnum verri, enn hon er.

 

Sambært keldum, sum blaðið hevur skift orð við, minti komandi amerikanski forsetin russiska forsetan á, at USA hernaðarliga er munandi til steðar í Evropa, sum hann tók til.

 

Donald Trump skal eisini hava sagt við Vladimir Putin, at hann hevur áhuga í framhaldandi samrøðum fyri at koma til eina skjóta loysn av krígnum í Ukraina.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/kreml-putin-hevur-ikki-tosad-vid-trump

 

 

 

 

 

Eitt av vallyftunum hjá Donald Trump var, at kríggið í Ukraina skal fáa ein enda. Her er hann avmyndaður saman við russiska forsetanum undir einum fundi í Helsinki í 2018