USA hevur sett sær 52 mál til hernaðarlig álop, um so skuldi verið, at Iran ger álvara av hóttanum um at hevna drápið á iranska herleiðaran Qassem Soleimani.
Tað skrivar Donald Trump forseti í fleiri uppsløgum á Twitter.
Hernaðarligu málini »verða rakt ógvuliga skjótt og harðliga«, skrivar Trump.
– USA góðtekur ikki fleiri hóttanir, heldur hann fram.
##med2##
At tað júst er talan um 52 mál, sigur Trump vera tí, at tað svarar til talið av amerikanskum gíslum, sum Iran tók »fyri mongum árum síðan«.
Trump vísir til hendingina í 1979, tá hernaðarligir iranar hersettu amerikonsku sendistovuna í høvuðsstaðnum í Iran, Teheran, og hildu 52 amerikanskar ríkisborgarar gíslar í 444 dagar.
Gíslatøkan elvdi til sera ring viðurskifti millum Iran og USA í mong harrans ár.
Amerikanski herurin drap Qassem Soleimani, herovasta, í einum dronuálopi við altjóða flogvøllin í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad. Soleimani var ein av hægstu hernaðarfólkunum í Iran.
##med3##
Í gjár sendi iranstuðlaða hernaðarmillitsin, Kataib Hizbollah í Irak út eina ávaring til irakiskar trygdardeildir um, at tey frá í kvøld at rokna skulu halda seg í minsta lagi ein kilometur frá amerikanskum støðum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Ávaringin frá hernaðarliga bólkinum kom, stutt eftir at rakettir leygardagin vórðu sendar inn í sonevndu Grønu Sonuna í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad, har millum annað amerikanska sendistovan er.
##med4##
– Iran tosar so djarvt um at fara eftir ávísum amerikanskum málum at hevna, at vit hava fríað heimin fyri teirra yvirgangsatsóknum, sum júst hava dripið ein amerikanara og sært nógv onnur illa, fyri ikki at nevna tey mongu onnur, hann hevur dripið.
Tað skrivar Trump um Soleimani í einum av trimum tweets um spentu støðuna millum tey bæði londini.
Ein amerikanskur ríkisborgari varð tann 27. desember dripin, og fleiri amerikanarar og irakisk hernaðarfólk fungu skaða í einum álopi á herstøð í Irak. USA heldur uppá, at Qassem Soleimani var heilin aftan fyri álopið.
/ritzau/














