Trump væntast at útseta tollfreistina til 1. august

Ein 90 daga tollsteðgur varð settur at ganga út mikudagin. Nú fer Trump væntandi at útseta ta freistina góðar tríggjar vikur.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer væntandi seinni í dag at skriva undir eina fyriskipan, sum útsetir eina freist fyri, nær hægri tollur móti einum hópi av londum kemur í gildi.

Tað upplýsti tíðindaskrivarin í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, á tíðindafundi í dag, skrivar AFP.

Upprunaliga freistin er 9. juli, sum væntandi verður útsett til 1. august.

Tað var fyrst í apríl, at forsetin kunngjørdi toll á innflutningi av vørum úr einum hópi av londum. Hann hevur kallað dagin "Frælsisdag".

Sama dag, sum tollurin kom í gildi, valdi amerikanski forsetin at steðga fleiri av teimum í 90 dagar. Hetta er steðgurin, sum higartil hevur verið settur at ganga út mikudagin.

 

/Ritzau/