IS-leiðarin Abu Bakr al-Baghdadi er staðfestur deyður. Tað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, váttað á tíðindafundi í kvøld.
USA framdi í nátt eitt flogálop á eitt stað norðast í Syria, har Abu Bakr al-Baghdadi goymdi seg. Tað var í morgun ikki heilt greitt, um IS-leiðarin doyði ella ikki, men nú er tað so váttað, at amerikanska missiónin eydnaðist.
Forsetin sigur, at Abu Bakr al-Baghdadi doyði við at spreingja seg sjálvan í luftina við sjálvmorðsvesti, sum hevði við sær, at trý av børnum hansara eisini doyðu. Abu Bakr al-Baghdadi rann sambært Trump inn í eina tunnell, har hann sambært Trump græt allan vegin.
- Hann doyði sum ein ræðuskítur, sum ein hundur. Heimurin er í dag eitt tryggari stað. Dagsins hending vísir, at vit fara at halda fram við at oyðileggja IS og aðrar terrorfelagsskapir, segði Donald Trump, foresti í USA.
##med2##











