Trump útsetir G7-toppfund og bjóðar fleiri londum við

Amerikanski forsetin fer at bjóða Avstralia, India, Russlandi og Suðurkorea við til toppfund og umrøða Kina.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at útseta G7 toppfundin frá juni til september og bjóða Avstralia, India, Russlandi og Suðurkorea við.

Tað segði forsetin í nátt okkara tíð við tíðindstovuna Reuters.

Trump sigur, at G7-toppfundurin í núverandi formi »er ein ógvuliga avoldaður bólkur av londum«.

Sambært einum talsmanni hjá Trump ætlar forsetin at umrøða Kina á toppfundinum

G7-toppfundurin skuldi upprunaliga hava verið í mars. Men skjóta útbreiðslan av koronufarsóttini kring heimin merkti, at fundurin mátti útsetast í fyrstu syftu til juni.

Toppfundurin í juni skuldi havt verið á Camp David, summarbústaðnum hjá forsetanum, uttan fyri Washington D. C. Trump segði fyrr í mai, at hann heldur vildi hava ein perónligan fund við leiðararnar fyri G7-londini, Týskland, Bretland, Frankaríki, Italia, Japan og Kanada, enn at halda ein videofund.

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, avvísti slíkan fund leygardagin grundað á »farsóttarstøðuna«.

/ritzau/