Trump trumfar alt

Super Tuesday er í dag og líkt er til, at tað verður torført at forða Donald Trump at gerast valevnið hjá republikanska flokkinum.

Mynd: Polfoto

Val er í 14 statum í dag, á hesum sum verður nevnt Super Tuesday. Hjá republikanarunum standa 621 umboðsmenn upp á spæl, meðan tað hjá demokratunum er talan um 865 umboðsmenn.

 

Um veljarakanningarnar eru álítandi, er líkt til, at Donald Trump og Hillary Clinton fara at liggja langt á odda í undanvalinum, tá sólin aftur rísur handan hav.

 

Donald Trump liggur á odda í undanvalinum. Hann hevur vunnið tríggjar teir seinastu statirnar og hevur 82 vunnið 82 umboðsmenn, meðan Marco Rubio hevur 17 og Ted Cruz 16. Donald Trump liggur eisini á odda í øllum veljarakanningunum í statunum, sum hava val í dag, undantikið í Texas. Líkt er tí til, at leiðslan hjá honum fer at økjast enn meiri, sum kvøldið líður. 

 

Vónin hjá Marco Rubio er, at hann av álvara fer at seta seg á annað plássið. Væntandi fara bæði John Kasick og Ben Carson at fáa so lítla undirtøku, at teir allarhelst fara at trekkja seg úr stríðnum. Ted Cruz fer væntandi at vinna í Texas, men annars sær tað ikki lovandi út fyri hansara viðkomandi, hann stríðist um nógvar av somu veljarum sum bæði Rubio og Trump, men sær út til at tapa í flestu førum.

 

Okkurt bendir á, at leiðslan í republikanska flokkinum nú er farin at vóna, at einki valevni megnar at vinna teir 1237 umboðsmenninar sum skulu til, fyri at tryggja sær at gerast valevni floksins. Um so er, verða umboðsmenninir frælsir at atkvøða fyri tí valevni, teir sjálvir stuðla, og so kann í grundini alt henda. Hetta er tó ikki hent síðani 1948. 

 

Hjá demokratunum hevur Hillary Clinton fingið vind í seglini eftir sigurin í South Carolina leygardagin. Hon hevur eisini tann fyrimun, at meginparturin av statunum, sum fara til val í dag, eru sunnanfyri, og hava eina demografiska samanseting, har hon hevur størri undirtøku enn Bernie Sanders. Nógvir av hesum statunum hava stórar veljaraskarar av afro-amerikanarum og latínamerikanarum, sum tykjast fylkjast um Hillary Clinton heldur enn Bernie Sanders. 

 

Bernie Sanders hevur tørv á nøkrum góðum úrslitum í dag og um væl vil, tekur hann kanska sigurin í trimum, fýra statum. Tíverri fyri hann, so er hann einans á odda í einum stati sambært veljarakanningunum, heimstatinum Vermont.

 

Alt í alt, so verður myndin nógv greiðari í morgin, tá støvið frá Super Tuesday hevur lagt seg. Men brennandi spurningurin verður tó enn sum áður, kann nakað forða Donald Trump at gerast forsetavalevni republikanska floksins?

 

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto