Nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, brúkti nógva tíð við telefonini í gjár.
Returs skrivar, at Trump hevði longri telefonsamrøður við bæði týska kanslaran, Angelu Merkel, og russiska forsetan, Vladimir Putin.
Trump og Putin tosaðu um støðuna í eitt nú Sýria og í Ukraina, og sambært Reuters ætla teir at finna ein dag, har teir skulu hittast á toppfundi. Teir skulu verða sinnaðir at betra sambandið millum USA og Russland frameftir.
Umframt Merkel og Putin tosaði Trump eisini við aðrar statsleiðarar í gjár. Hann hevði eitt nú franska forsetan, Francois Hollande, japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, og australska forsætisráðharran, Malcolm Turnbull, í horninum.
Ørindini hjá Trump vóru at greiða frá sínum politisku ætlanum – ikki minst forboðnum ímóti at lata nýggj innferðarloyvi til USA til persónar úr sjey nevndum londum.