Trump tikin í eið í dag

So er dagurin upprunnin, ið nógv hava glett seg til eins væl og summi hava sæð fram til í ótta og stúran.

 

Donald Trump verður í tikin í eið foresti í amerikanska sambandsríkinum, USA. Tann 45. í røðini, síðan George Washington, ið var tann fyrsti forsetin og sat í embætinum frá 1789-1797.

 

Tiltakið byrjaði í veruleikanum í gjár og heldur fram til í morgin, men tað er í dag, at Trump verður tikin í eið.

 

Á middegi í dag verður tekur hann eiðin og eftir tað heldur hann sína fyrstu røðu sum forseti.

 

Seinnapartin fara Donald Trump og varaforsetin Mike Pence síðani eina ferð omaneftir Pensylvannia Avenue og dagurin endar við eini veitslu.

 

Tað verður vænta, at sera nógv fólk verða til staðar í Washintgon í dag.