Trump tapti rættarmál um fíggjarsvik

Donald Trump hevur fingið forboð fyri at reka virki í amerikanska statinum New York í trý ár og skal rinda næstan 355 milliónir dollarar.

 

Donald Trump og dómarin Arthur Engoron síggjast her á einum rættarfundi um málið. (Arkivfoto). - Foto: Jane Rosenberg/Reuters

Tað hevur dómarin Arthur engoron gjørt av í einum sivilum rættarmáli við ein dómstól á Manhattan í New York City.

Upphæddin, sum Trump skal rinda, svarar til slakar 2,5 milliardir krónur.

Tað var løgmálaráðharrin í New York, Lettitia James, um reisti málið, og sum legði fyrrverandi amerikanska forsetan og familjuvirki hansra, Trump Organization, undir at hava blást upp virði á virkinum.

Tað skuldu tey havt gjørt fyri at fáa betri lán.

Sambært tíðindastovuni AFP ætlar Donald Trump at kæra avgerðina.

/ritzau/Reuters

 


 

 

Donald Trump og dómarin Arthur Engoron síggjast her á einum rættarfundi um málið. (Arkivfoto). - Foto: Jane Rosenberg/Reuters