Trump leggur Carrol undir at hava sett fram falskar ákærur ímóti sær um um neyðtøku, eftir at eitt nevningating í mai gjørdi av, at hann framdi kynsligan ágang ímóti henni.
Málið varð latið einum samveldisdómstóli á Manhattan, eftir at ein dómstólur í mai gjørdi av, at Trump hevði hevði framt kynsligan ágang og ærumeiðing, men ikki neyðtøku, ímóti Caroll, sum er fyrrverandi klummuskrivari á Elle Magazine.
Trump vil hava, at Carroll tekur skuldsetingina um neyðtøku aftur og vil hava eina ónevnda upphædd í endurgjaldi.
Advokatarnir hjá Carroll hava ikki svarað upp á boðini hjá Reuters um viðmerking.
/ritzau/Reuters











