Trump siterar Hans Fróða Hansen

Eitt orðafelli hjá Hans Fróða Hansen er væl umtókt hjá dóttir Donald Trump

Valstríðið til forsetavalið í USA, sum verður hildið í november í ár, koyrir við fullari ferð í løtuni. Tað hevur gjørt leingi, har forsetavalevnini, ávíkavist Donald Trump hjá republikanarunum og Hillary Clinton hjá demokratunum, støðugt skjóta við skørpum eftir hvørjum øðrum og halda valfundir, har tey fortelja amerikanska fólkinum, hví júst tey skulu veljast inn í Hvíta Húsið.

 

Ivaleyst fáa forsetavalenini eisini ríkiligt av stuðli frá teimum nærmastu í familjuni, og nú er komið undan kavi, at eitt orðafelli hjá føroyska heimsmanninum,Hans Fróða Hansen, er væl umtókt av dóttir Donald Trump, Ivanka Trump.

 

Á einum uppslagi á heimasíðu hennara hevur 34 ára gamla Ivanka Trump nevniliga deilt eina mynd av einum orðafelli hjá Hans Fróða Hansen, sum sigur soleiðis:

 

"People inspire you or they drain you. Pick them wisely."

 

Umsett til føroyskt merkir hetta:

 

,,Antin geva fólk tær íblástur, ella tæra tey teg. Vel tey við umhugsni."

 

Talan er um eitt uppslag, ið Ivanka Trump hevur deilt 14. juni í ár. Einasti teksturin, sum hon hevur skrivað til uppslagið, er: #WiseWords from Hans F. Hansen. Surround yourself with inspiring people.

 

Sum merkir: Vís orð frá Hans F. Hansen. Girða teg rundan um fólk, ið geva tær íblástur.

 

So er spurningurin, um Hans Fróði Hansen fær nakra ávirkan á forsetavalið í USA. Í øllum førum kann hann vera fullvísur um, at ein av teimum nærmastu hjá Donald Trump veit, hvør hann er.