Fagnaðurin er stórur í valhølunum hjá Donald Trump í New York eftir, at tað er greitt, at Donald Trump er valdur til 45. presidentin í USA.
Tað er gjørdist greitt, tá Donald Trump fyri løtu síðan fór á røðarapallin og boðaði frá, at Hillary Clinton hevur ringt til hansara og ynskt honum tillukku við sigrinum.
Tað var ein semjusøkjandi Trump, ið fekk orðið.
- Eg havi júst tosað við Hillary Clinton í telefonini. Hon ynskti mær tillukku við sigrinum, og eg ynskti henni tillukku við einum góðum valstríði. Hon kempaði hart. Hillary hevur arbeitt sera hart yvir longri tíð, og skylda vit henni takksemi fyri hennara tænastu til okkara tjóð. Eg meini tað í álvara, segði Donald Trump og legði aftrat.
- Tíðin er komin til, at vit koma saman sum ein sameind tjóð.
Áðrenn Donald Trump slapp framat mikrofonini fekk Mike Pence, nývaldur varaforseti, orðið, har hann fegnaðist yvir úrslitið og bjóðaði Donald Trump upp á pallin. Samstundis boðaði CNN endaliga frá, at Trump hevði fingið fleiri enn tey 270 neyðugu valumboðini fyri at vinna.
Talan gjørdist um ein sannførandi sigur, ið sæst best aftur í, at hóast uppteljingin ikki er liðug í fleiri statum, so er úrslitið longu greitt. Nú er spurningurin bara hvussu stórur sigurin verður.
Í løtuni vísa uppteljingarnar, at Donald Trump hevur vunnið 288 valumboð, men mett verður, at hann vinnur nøkur umboð aftrat.