Trump: - Putin er púrasta óður í høvdinum

Amerikanski forsetin sigur, at tað verður undirgangur hjá Russlandi, um landið ætlar sær at taka alt Ukraina

 

- Eg veit ikki, hvat er galið við honum. Hann drepur óneyðuga mong menniskju.

 

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, um russiska forsetan, Vladimir Putin, eftir ógvusligu álopini á Ukraina seinastu dagarnar, og hann finst harðliga at forsetanum fyri álopini.

- Eg eri ikki nøgdur við tað, sum Putin ger, og eg veit ikki, hvat er hent við manninum, leggur amerikanski forsetin aftrat.

 

Donald Trump sigur, at hann hevur kent russiska forsetan leingi. 

 

- Vit hava altíð tosað væl saman, men nú sendir hann rakettir móti býum og drepur fólk, og hetta dámar mær ikki, sigur amerikanski forsetin.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum var russiska álopið sunnunáttina hitt ógvusligasta hesi árini, síðan Russland leyp á grannalandið.

 

Í minsta lagi 13 fólk lótu lív, og fleiri tíggjutals fólk vórðu særd. Børn í aldrinum, 8, 12 og 17 ár, vóru millum tey deyðu.

- Eg havi altíð sagt, at Vladimir Putin vil hava Ukraina - og ikki bara ein part av landinum. Um hann vil tað, verður hetta undirgangur hjá Russlandi, sigur Donald Trump.