Trump: Pakistan er frístaður fyri yvirgangsfólk

Pakistan er ein frístaður fyri yvirgangsfólk. Tað heldur Donald Trump, sum í dag, nýggjársdag, langaði út eftir stuðlinum, sum undanmaður hansara gav landinum.

 

Sambært amerikanska forsetanum hevur USA »av býttheit« sent yvir 33 milliardir dollarar í hjálp til Pakistan seinastu 15 árini.

 

– Tey hava givið okkum einki annað enn lygnir og dupultspæl. Tey halda leiðarar okkara vera býttar, skrivaði Trump á Twitter.

 

Stjórnin í Washington umhugsar sambært New York Times í álvara, um hon skal afturhalda ætlaðum stuðli upp á 255 milliónir dollarar.

 

Orsøkin er eftir øllum at døma manglandi hugurin hjá myndugleikunum har at stríðast ímóti yvirgangi.

 

Viðurskiftini millum USA og Pakistan eru kølnað munandi seinasta árið.

 

/ritzau/