Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, setti seg hósdagin á døgurðafund við amerikanska forsetan, Donald Trump. Teir báðir høgravendu leiðararnir hava gott samband hvør við annan, og vón er um, at Meloni kann vera við til at tryggja ES-londunum betri kor á tolløkinum. - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

Trump og Meloni eru vís í tollavtalu millum ES og USA

Evropa vónar, at italski forsætisráðfrúan kann byggja brýr millum ES og USA í tollósemjuni og viðvíkjandi Ukraina.

Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, setti seg hósdagin á døgurðafund við amerikanska forsetan, Donald Trump. Teir báðir høgravendu leiðararnir hava gott samband hvør við annan, og vón er um, at Meloni kann vera við til at tryggja ES-londunum betri kor á tolløkinum. - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

Tað verður "100 prosent" ein avtala millum USA og ES um toll, men tað skal vera ein "rættvís avtala". Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Í dag hevði  hann vitjan av italsku forsætisráðfrúuni, Giorgia Meloni, í Hvítu Húsunum.

Meloni sigur beint áðrenn ein døgurða saman við Trump, at hon er vís í, at semja um toll kann fáast í lag.

- Eg eri vís í, at vit kunnu gera eina avtalu, og tað eri eg her fyri at hjálpa til við, sigur hon.

Høgravendi leiðarin úr Italia hevur funnist at 20 prosent tollinum hjá Trump á øllum vørum, sum USA innflytur úr ES, og kallar avgerðina um at hækka tollin fyri "skeiva".

Men Meloni roynir at varðveita sítt góða samband við amerikanska forsetan við sjarmuoffensivi í dag.

Hann hevur lýst hana sum ein "fantastiskan leiðara" og hon var einasti stjórnarleiðarin í ES, sum varð boðin til innsetanina hjá Trump í januar.

Fyrr í dag søgdu høgar keldur í Hvítu Húsunum, at Meloni og Trump hava “eitt ordiliga gott samband”, og at italska forsætisráðfrúan møguliga kann byggja brúgv millum Evropa og USA.

Italsk bløð skrivaðu í dag, at eitt av málunum við vitjanini hjá Meloni í Hvítu Húsunum er at vita, um hon kann slóða fyri einum fundi millum Trump og forkvinnuna í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen.

Sitandi við døgurðaborðið í Hvítu Húsunum leggur Meloni dent á, at hon trýr á "samleika" hóast spenningar á handilsfrontinum.

Og Meloni leggur afturat um USA:

- Um eg ikki helt landið vera ein álítandi samstarvsfelaga, hevði eg ikki sitið her.

Hon flýgur aftur til Italia eftir fundin við Trump - at taka ímóti amerikanska varaforsetanum, J. D. Vance, sum skal vitja hana í Róm í morgin.

Á døgurðafundinum við italska leiðaran hósdagin segði Trump víðari, at hann er vísur í, at USA eisini fer at fáa eina avtalu við Kina.

- Eg haldi, at vit gera eina øgiliga góða avtalu við Kina.

Londini bæði eru innilæst í einum treiskum handilskríggi, har tollurin á vørum hjá hvørjum øðrum røkkur yvir 100 prosent uppá stutta tíð.

Umframt tollstríðið umrøddi Meloni eisini stríðið í Ukraina við amerikanska forsetan.

Trump hevur fleiri ferðir sagt skeivt, at Ukraina byrjaði kríggið.

Í vikuni ákærdi hann eisini ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fyri at hava ábyrgdina av, at ”milliónir” av fólkum doyðu.

Á fundinum við Meloni í dag linkar Trump um sínar atfinningar av Zelenskyj.

- Eg haldi ikki Zelenskyj hevur ábyrgdina, men eg eri heldur ikki fegin um, at kríggið brast á, segði Trump á einum felags tíðindafundi við Meloni eftir døgurðafundin.

- Eg kenni hann ikki, men eg sigi bara, at hann ikki hevur klárað seg so væl, okay? Eg eri ikki stórur fjeppari.

Italska forsætisráðfrúan sigur á tíðindafundinum, at hon stuðlar royndunum hjá Trump-stjórnini at fáa vápnahvíld í meira enn trý ára langa krígnum.

- Vit hava saman vart frælsi Ukraina, og saman kunnu vit byggja ein rættvísan og varandi frið, sigur hon.

Ritzau/AFP