Seinastu veljarakanningarnar vísa, at munurin millum Hillary Clinton, demokratiska valevnið, og Donald Trump, republikanska valevnið, ikki er eins stórur, ið hann áður hevur verið.
Seinasta kanningin hjá USA Today/Suffolk University vísir, at tað einans eru fimm prosent á muni, tá veljarar verða spurd um at velja millum tey bæði. Hillary Clinton fær 45,6 prosent av atkvøðunum, meðan Donald Trump fær 40,4 prosent.
Tað er ein munandi minni leiðslan enn seinastu veljarakanningarnar, har Clinton vanliga hevur havt eina leiðslu á yvir 10 prosent. Seinasta veljarakanning hjá USA Today, ið er tveir mánaðir gomul, gav Clinton eina leiðslu á 11 prosent.
Munurin verður uppaftur minni, tá fólk verða biðin um at velja millum øll valevnir. Tá fær Hillary Clinton 39 prosent, Donald Trump fær 35 prosent, valevnið hjá frælsisflokkinum, Gary Johnson, fær átta prosent og valevnið hjá Grøna flokkinum, Jill Stein, fær trý prosent.