Trump mælir floksfeløgum at forða hjálparpakka til Ukraina.

Økt trygd við syðra markið hjá USA eigur ikki at knýtast til nakra sum helst hjálp til útlandið, heldur Trump.

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump heitir á floksfelagar sínar í Republikanska flokkinum at atkvøða nei í samband ið avtalu um økta trygd við syðra markið hjá USA og milliardir í stuðli til Ukraina.

– Bara ein býttlingur ella ein demokratur á ytsta vinstraveingi hevði atkvøtt fyri hesi ræðulig marknalóg, skrivar Trump í dag á sosiala miðli sínum, Truth Social.

Demokratarnir royna at fáa Reupublikanarar til at atkvøða ja til at lata 60 milliardir dollarar til Ukraina aftur fyri pengar til at styrka trygdina við markið.

– Verið ikki BÝTTIR!!! Okkum tørvar serliga lóg um mark og innflyting. Tað eigur ikki at verða knýtt at nøkrum útlendskum stuðuli á nakran sum helst máta, skrivar Trump.

– Demokratarnir hava knúst marknað- og innflytarapolitikkin. Teir skulu rætta upp á tað, sigur fyrrverandi forsetin.

Trump verður mettur sum stórfavorittur at gera forsetavalevni hjá Republikanska flokkinum og harvið skula bjóðað Joe Biden av í stríðnum um forsetasessin í november.

Biden hevur fleiri ferðir trýst á fyri at fáa Republikanararnar í Kongressini til at samtykkja stuðulin til Ukraina, men higartil til fánýtis.

Fleiri eygleiðarar vísa á, at Trump helst fer at brúka innflyting og trýstið á markið móti Mexico sum eitt høvuðstema í valstríðnum.

Meirilutaleiðarin hjá Demokratunum í Senatinum, Chuck Schumer, vil hava atkvøðugreiðslu um málið í seinasta lagið mikudagin. Men um Demokratarnir kunnu tryggja tær neyðugu 60 atkøvðurnar í Senatinum er enn óvist.

Republikanarin Mike Johnson, sum er formaður í hinum kamarinum í Kongressini, Umboðsmannatinginum, sigur hinveghin, at lógarpakkin fer at verða »deyður tá hann kemur« í húsið.

/ritzau/