Trump má lata gevarum fleiri milliónir aftur

Við eini undangóðkenning um vikuligar veitingar hava nógv kent seg lokkað at gjalda Trump fleiri pengar enn tey vildu

 

Valherferferðin hjá Donald Trump hevur verið noydd at gjalda aftur 122,7 milliónir dollarar eftir skuldsetingar um skitið spæl.

Tað svarar til umleið 776 milliónir krónur.

Tað skrivar blaðið New York Times, sum vanliga er kritiskt mótvegis fyrrverandi forsetanum, í eini longri grein um, hvussu nógv, sum stuðlaðu Trump við pengum, kendu seg snýtt til at lata meira, enn tey vildu.

Sambært blaðnum byrjaði framferðarhátturin, sum nú verður funnist at, á sumri í 2020.

Tá fólk teknaðu seg til at stuðla Trump-herferðini við pengum, var ein teigur um at endurtaka gjaldingar krossaður av frammanundan, sigur blaðið.

Um ikki latararnir lósu ein drúgvan tekst ígjøgnum og manuelt strikaðu góðkenningina, var upphæddin frá teimum trekt av gjaldkortinum aftur og aftur – í nógvum førum vikuliga.

New York Times hevur við støði í samveldisuppgerðum rokkið fram til, at Trump-herferðin hevur verið noydd at lata 10,7 prosent av pengunum, sum tey fingu á platforminum WinRed, aftur til veitararnar.

Biden-herferðin hevur verið noydd at gjalda aftur 2,2 prosent á tilsvarandi platforminum ActBlue, skrivar blaðið.

Blaðið skrivar, at fleiri bankar og kredittkortfeløg í loypi av valstríðnum fingu fleiri áheitanir um møguliga falsan við kredittkortini frá fólki.

Hjá fleiri feløgunum snúðu áheitanirnar um gjaldingar til Trump og eitt tíðarskeið millum eitt og trý prosent av áheitanunum um møguligt svik.

Donald Trump-talsmaðurin Jason Miller avsannar rættleikan í søguni og sigur, at innanhýsisuppgerðir vísa, at tað bara hava verið »formellar ósemjur« um 0,87 prosent av kredittkorttransaktiónunum á WinRed.

Hann svarar ikki einum spurningi frá New York Times um, hvørt Trump kendi til nýtsluna við endurtakandi gjaldingum.

Blaðið lýsir eitt serliga ringt dømi, har krabbameinssjúklingurin Stacy Blatt – sum var innløgd á hospice í fjør og hevði mánaðarligar liviútreiðslur upp á umleið 1000 dollarar – ynskti at stuðla Trump við 500 dollarum.

Men vegna endurtakandi gjaldingarnar vórðu tiknar 3000 dollarar av konto hennara í 30 dagar, til kontan var tóm.

Stacy Blatt fekk síðani hjálp frá beiggja sínum, Russel, og tey ringdu til bankan og søgdu, at tey hildu, at tað var svikað ímóti henni.

Trump tapti forsetavalið í novembner 2020.

/ritzau/