Tað vóru geylandi áhoyrarar, sum vóru møttir á veljarafundi í lítla býnum Wilkes-Barre í Pennsylvanina at hoyra fyrrverandi forsetan Donald Trump halda røðu í nátt okkara tíð.
Og ákærurnar ímóti Demokratunum og sitandi forseta, Joe Biden, vóru ógvusligar.
– Hann er fíggindi landsins. Tit vilja hoyra sannleikan. Landsins fíggindi er hann, segði Trump um Biden forseta.
Ákærurnar komu sum svar til Biden, sum í røðu fyrr í vikuna ávaraði ímóti Donald Trump og ytsta republikanska høgreveinginum, sum hann segði vera vandamiklan fyri landsins fólkaræði.
– Republikanararnir og Maga-rørslan (Make America Great Again, slagorð Donald Trumps í 2016, red.) eru ikki tey, sum royna at máa støðið undan fólkaræðinum.
– Tað eru vit, sum royna at bjarga fólkaræðinum, púra einfalt. Vandin ímóti fólkaræðinum kemur frá ytsta vinstraveingi, ikki frá høgraveinginum, helt hann fram.
Tann umstríddi fyrrverandi forsetin langaði eisini eftir stjórnini hjá Joe Biden, eftir ta amerikanska samveldisløgreglan, FBI, fyri fáum vikum síðani gjørdi húsarannsókn í heimi hansara í Florida.
Og tað hóast arbeiðið hjá amerikanska løgmálaráðnum og FBI ikki hongur saman við, hvør situr í Hvítu Húsunum, skrivar tíðindastovan AFP.
Men Trump kallar rannsóknina fyri valdsmisnýtslu.
– Tað kann ikki vera eitt greiðari dømi upp á tær heilt álvarsomu hóttanirnar ímóti amerikanska frælsinum enn fyri bara nøkrum vikum síðani, har tit vóru vitni til eitt tað ringasta dømi um valdsmisnýtslu av eini stjórn í amerikonsku søguni, segði Trump.
Sjálvt um eitt val til amerikonsku forsetaskrivstovuna ikki stendur fyri durum, er kortini valstríð í USA.
Miðvalið verður í november. Tá skulu amerikanarar velja ein part av landsins tingfólkum fyri næstu fýra árini.
Demokratarnir hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, meðan teir hava ein tepran meiriluta í hinum kamarinum í Kongressini, Senatinum, har vanliga tveir leysgangarar og varaforsetin Kamala Harris hava avgerandi atkvøðuna.
/ritzau/AFP











