Trump lovar at leysgeva Kennedy-skjøl

Amerikanski forseting vil hóast mótstøðu frá fregnartænastuni og samveldisløgregluni leysgeva øll skjøl um drápið á John F. Kennedy í 1963.

 

– Eg geri hetta fyri at tryggja gjøgnumskygni og fyri einaferð fyri allar at setðgja øllum konspiratiónsteorium, skrivar Donald Trump á Twitter.

 

Nær restin av teimum nøkrum hundrað skjølunum verða leysgivin, nevnir hann tó ikki.

 

Tjóðarsavnið í USA lesgav hósdagin nøkur av teimum higarlig loyniligu skjølunum um eitt av heimsins víðagitnastu drápsálum.

 

Gott 2800 skjøl er gjørd almenn á heimasíðuni hjá National Archive.

 

/ritzau/