Trump leggur sak ímóti fyrrverandi advokati fyri millardir

Michael Cohen breyt tagnarskyldu sína og spreiddi ósannindi um Trump, stendur í sakarkravi frá fyrrverandi forsetanum.

 

Fyrrverandi advokaturin hjá Donald Trump, Michael Cohen, segði einaferð, at hann »vildi tikið eina kúlu« fyri leiðara sín. Síðan viknaði trúfesti, og frágreiðingarnar hjá Cohen í rættinum hava ført til ákærur ímóti Trump. Nú leggur fyrrverandi forsetin sak ímóti honum fyri eina sveimandi upphædd. Her sæst Cohen aftan fyri Trump, áðrenn viðurskiftini kólnaðu teirra millum. (Arkivfoto) - Foto: Jonathan Ernst/Reuters

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, leggur sak ímóti fyrrverandi advokati sínum, Michael Cohen, fyri yvir 500 milliónir dollarar.

Tað sæst í sakarskjølunum frá einum dómstóli í Florida.

Upphæddin svarar til 3,4 milliardir krónur.

Trump leggur fyrrverandi advokat sínundir at bróta tagnarskylduna og fyri at »spreiða ósannindi«.

Hesi »ósannindi« eru millum annað spreidd í bókini hjá Cohen, »Disloyal«, sum kom út beint undan forsetavalinum í 2020, sum Trump tapti til Joe Biden.

Enn eru ongar viðmerkingar komnar frá Cohen til sakarmála frá fyrrverandi stjóra hansara.

Cohen hevur áður greitt frá fyri einum stórdómsnevnd á Manhattan í New York. Tað førdir til, at ákæra er reist í tilsamans 34 ákærum ímóti Trump.

Fyrrverandi forsetin hevur sagt seg vera ósekan í øllum ákærum.

Roknað verður við, at Cohen verður krúnvitni í einum komandi rættarmáli.

Ákæruritið ímóti Trump snýr seg um falska bókførslu í sambandi við millum annað einum gjaldi av sonevndum tys tys pengum til tvær kvinnur.

Serliga er tað málið um bókføringina av eini upphædd upp á 130.000 dollarar – slakar 900.000 krónur – sum pornosjónleikarin Stormy Daniels sigur seg hava fingið stutt fyri forsetavalið í 2016.

Pengarnar fekk hon frá Michael Cohen fyri at tiga um kynsligt samband, hon sigur seg hava havt við Donald Trump.

Cohen hevur viðgingið, at hann rindaði Stormy Daniels pengarnar. Hann fekk seinni endurgoldið pengarnar sum advokatútreiðslur.

Ákærarnir halda, at Trump harvið hevur falsað handilsskjøl, sum er ólógligt í New York.

Ein onnur kvinna – fyrrverandi Playboy model Karen McDougal – skal sambært ákæranum Alvin Bragg hava fingið 150.000 dollarar – eina góða millión krónur – fyri ikki at siga nøkrum, at hon hevur havt kynsligt samband við Trump.

Trump hevur boðað frá, at hann vil stilla uppaftur til forsetavalið næsta ár. Fleiri meiningskanningar vísa, at hann er fyrsta valið hjá republikanskum veljarum.

/ritzau/Reuters

 

Fyrrverandi advokaturin hjá Donald Trump, Michael Cohen, segði einaferð, at hann »vildi tikið eina kúlu« fyri leiðara sín. Síðan viknaði trúfesti, og frágreiðingarnar hjá Cohen í rættinum hava ført til ákærur ímóti Trump. Nú leggur fyrrverandi forsetin sak ímóti honum fyri eina sveimandi upphædd. Her sæst Cohen aftan fyri Trump, áðrenn viðurskiftini kólnaðu teirra millum. (Arkivfoto) - Foto: Jonathan Ernst/Reuters