Trump leggur 25 prosent toll á útlendskar bilar

Bilar, sum ikki eru framleiddir í USA, verða álagdir 25 prosent av tolli frá 2. apríl, segði Trump í kvøld

USA fer at seta 25 prosent toll á allar bilar, sum ikki verða framleiddir í USA.

Tað segði forsetin í USA, Donald Trump, í kvøld úr Hvítu Húsunum, sambært tíðindastovunum Reuters og AFP.

- Tað, sum vit fara at gera, er at innføra ein toll uppá 25 prosent á allar bilar, sum ikki eru framleiddir í USA. - Verða teir framleiddar í USA, er als eingin tollur, sigur forsetin, sambært AFP.

Sambært AFP er hetta galdandi fyri bæði bilar og smærri lastbilar.

Nýggi tollurin kemur væntandi í gildi 2. apríl, og sambært Trump er hann "varandi".

Trump hevur eisini áður boðað frá, at hann fer at seta hægri toll á bilar, sum verða innfluttir til USA úr útlondum.

Hann fer eisini at seta toll á heilivág og timbur, varð kunngjørt í kvøld.

Hann heldur, at "fólk verða gleðiliga bilsin av hevndartollinum".

Sambært Reuters sigur ein talsmaður fyri stjórnina hjá Trump, at væntanin er, at nýggur tollur fer at geva yvir 100 milliardir dollarar - yvir 694,5 milliardir krónur - í inntøkum.

Síðani Trump tók við í januar hevur hann sett toll á eitt breitt úrval av vørum úr millum annað Kina, Meksiko og ES.

Umframt hækkaða tollin á ávís lond hevur Trump eisini sett 25 prosent toll á stál og aluminium, sum verða innflutt til USA.

/ritzau/