Trump langar til Google

Trump hevur googlað sítt egna navn, og heldur leitiúrslitið verða manipulerandi

Donald Trump, amerikanskur forseti, ákærir nú Google fyri at útihýsa konservativar miðlar. Orsøkin er, at Trump hevur googlað sítt egna navn og staðfestir, at Google manipulerar. Google avvísir ákæruni. Tað skrivar Ritzau í dag. 

 

Donald Trump sigur, at hann heldur Google gevur fyrimun til tey leitiúrslit, sum er ímóti honum, og at hann heldur, at han fer at gera nakað við "álvarsligu støðuna", sum hann rópar tað. 

 

- Google og onnur royna at tiga konservativar røddur burtur, og fjala upplýsingar og tíðindi, sum eru góð, skrivaði hann í dag á Twitter. 

 

- Tey avgera, hvat vit síggja og ikki síggja. Tað er ein sera álvarslig støða, sum fer at tikin upp, sigur Donald Trump á Twitter. 

 

Trump fór til Twitter eftir at ein lítil konservativ tíðindamiðil, PJ Media, leygardagin skrivaði, at í einari Google leiting eftir "Trump", vóru 96 prosent av úrslitunum vinstrasinnað. Trump nevnir tó ikki beinleiðis PJ Media í sínum atfinningum í dag. Men hann skrivar á Twitter, at um ein leitar eftir "Trump News", so fær ein bert tíðindasøgur frá tí, sum forsetin rópar "fake-news miðlum". 

 

- 96 prosent av úrslitunum fyri "Trump News" er frá landsdekkandi vinstrasinnaðum miðlum, tað er sera vandamikið, skrivar Trump. 

 

- Við øðrum orðum manipulera tey fyri mær og øðrum, so næstan allar søgur og tíðindi eru neilig, sigur Trump á Twitter. Google afturvísur hesum atfinningum. 

 

- Leitingin verður ikki nýtt at seta eina politiska dagsskrá, og okkara leitiúrslit eru ikki ávirkað av nakrar politiskari hugsjón, sigur Google í útsøgn í hesum sambandi. 

 

- Vit arbeiða alla tíð við at betra um leitingarnar á Google, og vit seta ikki leitiúrslit upp fyri at manipulera við politiskum fatanum, sigur Google sambært Ritzau. 

 

Trump hevur áður funnist at stórum fyritøkum - Twitter - tá ið hann í farna mánaðir ákærdi Twitter fyri at útihýsa framstandandi repulikanarum. Hann segði tá, at hann beinan vegin fór at hyggja nærri at tí "diskriminerandi og ólógligu mannagongd". Men tað er so einki hent enn. 

 

 

/ritzau/dpa