Trump krevur treytaleysa yvirgeving frá Iran

USA hevur ikki áhuga í at gera avtalu við Iran, fyrr enn landið gevur seg yvir, sigur amerikanski forsetin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer persónliga at hjálpa til við at velja næsta leiðaran í Iran, hevur hann sagt við fleiri miðlar. (Savnsmynd). - Mynd: Ken Cedeno/Reuters

USA fer ikki at gera avtalu við Iran uttan treytaleysa yvirgeving frá Iran.

 

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli Truth Social.

 

– Tað verður eingin avtala við Iran uttan treytaleysa yvirgeving!, skrivar forsetin.

 

Fráboðanin kemur eftir seks dagar við amerikanskum og ísraelskum álopum á Iran. Í somu dagar hevur Iran lopið á fleiri lond í Miðeystri - eisini Ísrael.

 

Fyrsta dagin í krígnum - leygardagin 28. februar - varð ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, dripin í einum ísraelskum álopi í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

 

Trump skrivar, at ein "stórur og góðtikin" leiðari í Iran skal veljast.

 

Amerikanski forsetin segði longu hósdagin við fjølmiðlarnar Axios og Reuters, at hann persónliga fer at vera við til at velja ein nýggjan hægsta leiðara fyri Iran.

 

USA skuldi tá saman við sínum sameindu og samstarvsfeløgum arbeiða "ótroyttiliga" fyri at gera Iran "búskaparliga størri, betri og sterkari enn nakrantíð áður".

 

– Iran fær eina stóra framtíð.

 

– Gerið Iran stórt aftur, skrivar Trump á Truth Social.

 

Ísrael og USA stóðu aftan fyri fyrstu álopini í ágangandi krígnum, og eftir hetta svaraði Iran aftur við álopum á millum annað Ísrael og londini á Arabisku hálvoynni, har USA hevur fleiri hernaðarstøðir.

 

Áðrenn kríggið brast á, samráddust USA og Iran um eina nýggja kjarnorkuavtalu í eitt langt tíðarskeið, og fleiri ferðir vikurnar frammanundan fyrstu álopini hittust umboð úr londunum báðum í sveisiska býnum Geneve.

 

Á leiðini hótti Trump við, at USA fór at leypa á Iran, um landið ikki tók undir við eini avtalu, sum skuldi avmarka kjarnorkuætlanina og forða fyri at menna eina kjarnorkubumbu.

 

Tað er aðru ferð í minni enn eitt ár, at USA og Ísrael leypa á Iran. Ísraelsk álop á kjarnorkuverk og hernaðarstøðir landsins í juni í fjør elvdu til eitt 12 daga stríð, har USA kom uppí.

 

 

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer persónliga at hjálpa til við at velja næsta leiðaran í Iran, hevur hann sagt við fleiri miðlar. (Savnsmynd). - Mynd: Ken Cedeno/Reuters