Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava landsins løgmálaráð til í nógv størri mun at royna eftir deyðarevsing í samveldismálum.
Tað skal gerast "við fullari styrki fyri at verja amerikanskar familjur og børn móti harðligum neyðtøkumonnum, drápsmonnum og skrímslum".
Hetta skrivaði Trump jóldrN í einum uppslagi á sosialu miðlasíðuni Truth Social
- Vit skulu aftur verða ein Tjóð við Lóg og Rætti!, sigur komandi forsetin.
Núverandi forsetin, Joe Biden, hevur júst broytt dómin hjá 37 av 40 deyðadømdum í samveldisfongslunum í landinum.
Hetta hevur við sær skelkandi atfinningar frá Donald Trump:
- Joe Biden feldi júst deyðadómarnar hjá 37 av ringastu drápsmonnum í okkara landi. Tá tú hoyrir um teirra gerðir, vildi tú ikki trú, at hann gjørdi hetta. - Tað gevur onga meining, skrivaði Trump í einum øðrum uppslagi týsdagin.
Biden-stjórnin boðaði mánadagin frá, at millum tey, sum fáa revsingina linkaða, eru níggju fólk, sum eru dømd fyri at hava myrt aðrar fangar.
Eisini eru fýra við, sum vórðu dømd fyri dráp í sambandi við bankarán, og ein, sum drap ein fangavørð.
Teir fáa deyðarevsing broytta til lívlangan fongsul uttan møguleika fyri treytaðari leyslating.
Biden segði mánadagin, at stjórn hansara útsetir ella fyribils steðgar “samveldisligum avrættingum í málum, sum ikki hava við yvirgang og haturmotiverað hópdráp at gera.”
Millum teir tríggjar fangarnar, sum verða verandi á deyðsgongini, er Dzhokhar Tsarnaev, sum saman við beiggja sínum Tamerlan Tsarnaev stóð aftan fyri álopið á Boston Marathon í 2013.
Dylann Roof, sum er ein avdúkaður stuðul hjá hvítum yvirvaldi, sum skeyt og drap níggju svørt fólk í eini kirkju í Charleston í 2015, verður eisini verandi á deyðsgongini.
Seinasti deyðadømdarfangi, sum ikki fekk dómin broyttan, er Robert Bowers. Hann drap 11 jødar í eini sýnagogu í Pittsburgh í 2018.
- Við leiðslu av míni samvitsku og royndum eri eg meira sannførdur enn nakrantíð um, at vit mugu enda brúkið av deyðarevsing á samveldisstigi, segði Biden mánadagin.
Harímóti hevur Trump undir valstríðnum tosað um at víðka um nýtsluna av deyðarevsing til at fevna um tilflytarar, sum drepa amerikanskar borgarar, umframt rúsevna- og menniskjasmuglarar.
Í juli 2020, tá Trump var forseti fyri fyrstu ferð, byrjaðu avrættingar á sambandsstigi aftur. Áður var eingin samveldisfongsulsfangi avrættaður síðani 2003.
Seinasta hálva árið, Trump var forseti, vórðu 13 deyðadømdir avrættaðir við deyðiligari injektión. Sambært tíðindastovuni AFP er tað meira enn nakar annar amerikanskur forseti í 120 ár.
Seinasta samveldisavrættingin fór fram 16. januar 2021 í einum fongsli í Terre Haute í Indiana. Trump fór úr forsetaembætinum fýra dagar seinni.
Deyðarevsingin er avtikin í 23 av teimum 50 amerikansku statunum.
/Ritzau/











