Trump kallar evropiskar leiðarar veikar í stórari samrøðu

Evropiskir leiðarar vita ikki, hvat teir vilja, ásannar Donald Trump í samrøðu við Politico.

USA og forsetin, Donald Trump, hava seinastu dagarnar funnist at Evropa í fleiri spurningum, eitt nú fólkaflyting og talufrælsi. (Savnsmynd). - Mynd: Jónatan Ernst/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, kallar evropisku leiðararnar fyri "veikar" í samrøðu við Politico.

– Eg haldi, at teir eru veikir, sigur hann.

– Men eg haldi eisini, at tey vilja vera sera politiskt korrekt, sigur amerikanski forsetin, sum finst at tilgongdini hjá Evropa til fólkaflytingina og kríggið í Ukraina.

Hann pástendur, at evropiskir leiðarar ikki vita, hvat teir vilja.

Samrøðan varð almannakunngjørd nakrar dagar eftir, at USA í nýggjari trygdarstrategi lýsti Evropa sum eitt meginland í afturgongd - bæði búskaparliga og viðvíkjandi talufrælsinum.

Samstundis hevur USA funnist at ES fyri bót til sosiala miðilin X.

Trump varð týsdagin útnevndur sum mest ávirkandi persónur í Evropa av Politico, frammanfyri danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen (S).

 

/Ritzau/

 

USA og forsetin, Donald Trump, hava seinastu dagarnar funnist at Evropa í fleiri spurningum, eitt nú fólkaflyting og talufrælsi. (Savnsmynd). - Mynd: Jónatan Ernst/Reuters