Trump hugnaði sær undir døgurða við miðlafólki

Forsetin, sum vanliga hevur spent viðurskifti við fjølmiðlarnar í USA, var við til siðbundna døgurðan í gjárkvøldið

Amerikanski forsetin, Donald Trump, helt í nátt speiska røðu fyri fjølmiðlafólki, tá hann var til árliga døgurðan hjá tíðindafólkum í Washington D. C. Gridiron Club.

 

Her gjørdi hann gjøldur burtur úr miðlunum og síni egnu umsiting síni á tí vanliga so hugfarsliga døgurðanum, sum hann í fjør noktaði at møta upp til.

 

– Vit komu heldur seint higar í kvøld, tí Jared ikki slapp ígjøgnum trygdareftirlitið, segði Trump við tilsiping til versonin og ráðgevan, Jared Kushner, sum nýliga hevur mist trygdargóðkenningina.

 

The Gridiron Club, sum varð stovnaður í 1885, er tann elsti og ein av teimum mesti úrvalsligu tíðindafólkafelagsskapunum í býnum Washington. Her sleppa bara limir uppí, sum eru í uppskoti frá fólki, sum frammanundan eru limir.

 

Forsetin gjørdi eisini gjøldur burtur úr fyrrverandi ráðgeva sínum, Steve Bannon, sum fór úr Hvítu Húsunum í fjør.

 

– Hasin fýrurin lak jú meira enn Titanic, segði forsetin, sum annars vanliga hevur havt tað trupult saman við amerikansku fjølmiðlunum.

 

Hann argaði tó eisini fjølmiðlafólkini.

 

– Eg vil siga, at eg eri fegin fyri at møta upp her persónliga og spilla kvøldið hjá tykkum. Tað var tí, at eg tók av, ssegði Trump.

 

Fyri døgurðan hevði Trump sent eini Tweet-boð, har hann langaði út eftir etableraðu miðlunum í USA.

 

– Mainstream-miðlar í USA eru til grin kring allan heimin. Teir eru blivnir SVAKIR!, skrivaði forsetin.

 

Kortini tyktist lagið at vera gott undir døgurðanum, har Trump sambært tíðindastovuni AP bæði flenti og klappaði.

 

/ritzau/