USA og Kina hava um vikuskiftið gjørt so stór framstig í samráðingunum um nýggja handilsavtalu, at Donald Trump, forseti, hevur gjørt av at útseta ætlaðu hækkingina í tollinum á vørur úr Kina.
Trump grundgav hetta í einum tweet boðum í gjárkvøldið við »munandi framgongd« í handilssamrøðunum við Kina.
Hann nevndi eisini møguleikan fyri einum fundi skjótt við kinesiska forsetan, Xi Jinping.
– Um báðir partar gera størri framstig, fara vit at skipa fyri einum toppfundi við Xi forseta og meg í Mar-a-Lago fyri at gera avtaluna lidna, segði hann.
Mar-a-Lago er luksusognin hjá Trump í Florida, har teir báðir ríkisleiðararnir fyrr hava hitst.
/ritzau/