Tíðin hjá Donald Trump sum forseti er komin at enda.
Í dag er seinasti heili dagur hansara við bústaði í Hvítu Húsunum, áðrenn demokraturin Joe Biden í morgin flytur inn, tá hann er tikin í eið sum forseti.
Og tann seinasta heila dagin sum forseti hevur hann úr at gera frá morgni til myrkurs.
Tað sæst í dagsskránni hjá honum fyri dagin.
– Trump forseti fer at arbeiða frá morgunstundini til seint út á kvøldið. Hann fer at hava nógvar samrøður og nógvar furndir, eru stuttu boðini um seinasta heila arbeiðsdag forsetans.
Tað verður ikki greitt nærri frá, hvørjar uppringingar talan er um. Men roknað veðrur við, at Trump í dag fer at gera sær dælt av møguleikanum at eira fólk, sum eru dømd fyri brotsverk.
CNN veit at siga, at Trump hevur ein lista við umleið 100 nøvnum á fólkum, sum hann umhugsar at eira.
Sunnudagin var fundur í Hvítu Húsunum, har listin var skrivaður liðugur, upplýsa tríggjar keldur í Hvítu Húsunum sambært sjónvarpsstøðini.
Tað er siðvenja, at amerikanskir forsetar nýta rættin og eira og stytta dómar hjá borgarum, beint áðrenn teir lata lyklarnar til Hvítu Húsini frá sær.
Fleiri miðlar gita, at whistleblowarar sum Edward Snowden og Julian Assange eru á listanum.
Onnur nevna fyrrverandi ráðgevan hjá Tump, Steve Bannon. Hann er saman við trimum øðrum skuldsettur fyri at svika fólk, sum hava latið pengar til ein privatan múr á markinum til Mexico.
Amerikanskir miðlari hava eisini nevnt møguleikan, at Trump fer so vítt sum at eira seg sjálvan og børnini. Men eygleiðarar halda tað vera ósannlíkt, at hann fer at gera tað.
Eingin annar forseti hevur higartil roynt at eira seg sjálvan, og tað er óvist, um tað yvirhøvur ber til at gera – bæði løgfrøðisliga og politiskt – lutvíst at náða seg sjálvan, og lutvíst at gera tað fyri brotsverk, sum dómur ikki er fallin fyri enn.
/ritzau/











