Trump fer ikki til innsetanina hjá Biden

Amerikanski forsetin Donald Trump, sum enn ikki hevur góðtikið, at hann tapti forsetavalið 3. november, ætlar sær ikki til hátíðarhalidð 21. januar, tá Joe Biden verður tikin í eið sum nýggju forseti

– Til tykkum øll, sum hava spurt, so fari eg altso ikki til innsetaninda tann 20. januar, skrivar Trump uttan at nevna eina orsøk.

Ein ónevnd kelda í Hvítu Húsunum sigur, at Trump helst fer á eina frítíðarmiðstøð í Florida áðrenn innsetandina av eftirmanni sínum.

Boðini frá Trump koma samstundis við, at fleiri limir í Kongressini hava givið til kennar, at teir stuðla einum ríkisrættarmáli ímóti Trump, um hann ikki verður koyrdur frá frá við eini grein 25. grundlógarískoyti.

Trump hevur ferð eftir ferð sagt, at valúrslitið var svik, og nøkur viðhaldsfólk hansara løgdu mikudagin á kongressbygningin.

Teir 12 dagarnir, sum eru eftir av forsetaskeiðnum hjá Trump tykjast verða merktir av spurninginum um, hvørt hann verður koyrdur frá, áðrenn hann formliga skal leggja frá sær.

Frá floksleiðsluni hjá Demokratunum kemur krav um at koyra Trump fráø

– Donald Trump má koyrast frá. Vit vilja brúka øll amboð, sum vit hava, til tess at tryggja, at tað verður gjørt – fyri at verja fólkaræði okkara, sigur Katherine Clark, næstforkvinna hjá Demokratunum í Umboðsmannatinginum við CNN.

Republikanski senatorurin Ben Sasse umhugsar at stuðla einum ríkisrættarmáli ímóti forsetanum Donald Trump. Tað sigurt hann í samrøðu við sjónvarpsstøðina CBS.

Samstundis siugr leiðarin hjá Demokratunum í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, at leiðsleiðan í flokki hennara umhugsar eitt skjótt ríkisrættarmál ímóti forsetanum, um varaforsetin Mike Pence og stjórnin nokta at leggja uppí og at koyra Trump úr forsetasessinum. Tað sigur sjónvarpsstøðin CNN.

Tað fer at krevja stóran stuðul frá báðum flokkum at fáa forsetan frá valdinum. Stuðul, sum Demokratarnir ikki hava í løtuni.

/ritzau/Reuters