Trump fer helst at hitta Putin í Saudiarabia

Amerikanski forsetin sigur, at fundurin við Putin fevnir eisini um saudiarabiska krúnprinsin.

Vladimir Putin og Donald Trump skulu hittast og tosa um kríggið í Ukraina. (Arkivmynd). - Mynd: Ramil Sitdikov, Jim Watson/Ritzau Scanpix

Hóast russiski forsetin hevur bjóðað amerikanska forsetanum, Donald Trump, at vitja í Moskva, so er lítið sannlíkt, at teir báðir leiðararnir hittast har.

Sambært Reuters segði Trump hetta á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum, tá hann varð spurdur um telefonsamrøðuna millum teir báðar, sum var í dag og vardi umleið ein hálvan tíma.

Forsetin sigur eisini, at saudiarabiski krúnprinsurin eisini er við á fundinum.

Enn er óvist, nær fundurin millum Trump og Putin verður.

Fundurin millum teir báðar ríkisleiðararnar fer helst at snúgva seg um, hvussu kríggið í Ukraina kann enda.

Og Trump er púra greiður yvir sína áskoðan á ukrainsku krøvini um friðaravtalu, sum millum annað snýr seg um rættin at gerast limur í NATO-verjusamgonguni.

Trump heldur ikki, at tað er ítøkiligt hjá Ukraina at gerast limur í NATO.

Fyrr í dag hevði Trump eisini eina telefonsamrøðu við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, har teir báðir leiðararnir umrøddu, við orðum hjá Zelensky, “møguleikar fyri at fáa frið.”

Amerikanski forsetin væntar, at vápnahvíld verður fingin í lag skjótt, og eftir samrøðurnar í dag gjørdi hann greitt, at Ukraina ikki skal vænta at fáa økini aftur, sum russar longu hertóku í 2014.

Amerikanski forsetin hevur leingi sagt, at hann vil gera enda á krígnum í Ukraina, og at tað má gerast skjótt. Enn hevur Trump tó ikki kunngjørt nakra ítøkiliga ætlan fyri friði.

- Stríðið má og skal enda skjótt. Ov nógvur deyði og oyðileggingar. USA hevur brúkt milliardir av dollarum globalt við lítlum at vísa, (with little to show, red.) skrivaði Trump fyrr í vikuni á síni sosialu miðlasíðu Truth Social.

Tað eru skjótt trý ár síðani, at Russland herjaði á Ukraina. Tað hendi 24. februar 2022.

 

/Ritzau/

 

Vladimir Putin og Donald Trump skulu hittast og tosa um kríggið í Ukraina. (Arkivmynd). - Mynd: Ramil Sitdikov, Jim Watson/Ritzau Scanpix

Vladimir Putin og Donald Trump skulu hittast og tosa um kríggið í Ukraina. (Arkivmynd). - Mynd: Ramil Sitdikov, Jim Watson/Ritzau Scanpix