Tað vísir ein meiningakanning, sum tíðindastovan Reuters og greiningarfyritøkan Ipsos almannakunngjørdu í gjár.
Meinginakanningarnar vísa, at 61 prosent av teimum, sum siga seg vera republikanarar, siga, at tey høvdu atkvøtt fyri Trump á undanvalunum í ymsu statunum, har tey skulu finna avbjóðarar til Joe Biden, forseta.
Eingin av mótvalevnunum hjá Trump er bara í nærnámind av at av sama stuðul sum hann.
Fyrrverandi guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, og fyrrverandi ST-guvernørurin Nikki Haley hava 11 prosent undirtøku í part, frá teimum, sum siga seg vera republikanarar.
/ritzau/Reuters