Trump endurtekur ynskið um vald á Grønlandi í jólaheilsan

USA hevur brúk fyri Grønlandi til tjóðartrygdina, skrivar Donald Trump í jólaheilsan síni.

Donald Trump verður 47. forsetin í USA í januar. Hetta er aðru ferð, at hann er forseti í USA. (Arkivmynd). - Mynd: Cheney Orr/Reuters

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði eina jólaheilsan jóladag, har hann millum annað vendir sær beinleiðis til Grønlands og grønlendingar.

- Somuleiðis til fólkið í Grønlandi, sum USA hevur brúk fyri tjóðartrygdini og sum vil hava USA at vera við, og vit verða við, skrivar Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.

Jólaheilsanin kemur bert fáar dagar eftir, at Trump á sosialu miðlunum skrivaði um sínar tankar um ræði og ognarrætt í Grønlandi.

Í gjárkvøldið skrivaði Trump:

- Fyri tjóðartrygd og frælsi í øllum heiminum kennir USA, at ognarrættur og ræði á Grønlandi er alneyðugt, skrivar Trump.

Hann skrivaði ikki svart/hvítt, at tað er amerikanska eftirlitið, sum er avgerandi. Hann skrivaði heldur ikki, at USA vildi keypa Grønland.

Tað var júst eitt ætlað amerikanskt keyp av Grønlandi, sum skapti stríð í dansk-amerikanska samstarvinum í fyrra forsetaskeiðnum hjá Trump. Uppskotið varð lagt fram í august 2019 av Trump.

Tá varð uppskotið skjótt felt av Mette Frederiksen, fotsætisráðfrú. Hon kallaði alt kjakið "absurt".

Hetta fekk seinni Trump at lýsa útsøgnirnar hjá Mette Frederiksen sum "nasty", sum á kann merkja andstyggiligar.

Yvir fimm ár seinni hevur Trump enn einaferð fingið Grønland framaftur.

Orsøkin er, at hann hevur sett sín komandi sendimann í Danmark.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, vísti greitt aftur, at Grønland var til sølu, eftir viðmerkingina hjá Donald Trump um, at "ognarrættur og ræði á Grønlandi er í hásæti."

- Grønland er okkara. Vit eru ikki til sølu og verða ongantíð til sølu, sigur Múte B. Egede í skrivligari viðmerking til Ritzau.

- Vit skulu tó framhaldandi vera opin fyri samstarvi og handli við allan heimin, serliga við okkara grannar. Av tí at alt samstarv og samhandil ikki kann fara ígjøgnum Danmark, heldur forsætisráðharrin fram.

Forsætismálaráðið vil ikki gera viðmerkingar til útsøgnina hjá Trump um Grønland, men hevur í staðin víst til tað, sum grønlendski landsstýrisformaðurin hevur sagt.

Teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir, Aaja Chemnitz og Aki-Matilda Høegh-Dam, hava eisini vrakað møguligan keypsáhuga hjá Trump.

Eins og forsætisráðharrin eru bæði Chemnitz og Høegh-Dam opin fyri øktum samstarvi við USA.

 

/Ritzau/

 

Donald Trump verður 47. forsetin í USA í januar. Hetta er aðru ferð, at hann er forseti í USA. (Arkivmynd). - Mynd: Cheney Orr/Reuters