Trump eftir leyslating: Vit gjørdu einki skeivt

ATLANTA: - Vit gjørdu einki skeivt. Eg gjørdi einki skeivt.

 

Fulton County Sheriffs Office/Reuters/Ritzau Scanpix

Soleiðis segði fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, áðrenn hann fór umborð á privatflogfarið hjá sær á flogvøllinum Hartsfield-Jackson í Atlanta í nátt.

Tað skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP.

Fyrrverandi forsetin sipaði til málið, har hann saman við øðrum 18 fólkum er ákærdur fyri at hava roynt at snýta úrslitið av forsetavalinum í amerikanska statinum Georgia.

Hann kom aftur á flogvøllin eftir formliga at hava yvirgivið seg til myndugleikarnar í einum fongsli í Fulton County í Georgia.

– Vit hava allan rætt at seta spurnartekin við eitt val, sum vit halda var óreiðiligt, sigur hann sambært CNN.

/ritzau/

 

 

Fulton County Sheriffs Office/Reuters/Ritzau Scanpix