Trump: Deyðarevsing til narkohandlarar

Persónarnar sum selja øðrum ólóglig rúsevnir skulu kunna revsast við deyðadómi. Tað var millum annað boðskapurin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, tá hann í einari røðu í amerikanska statinum New Hampshire í dag kunngjørdi hvussu hann ynskir at fáa bilbugt við søluna av ólógligum heilivági og rúsevnum, ið er vorðin ein stórur trupulleiki í USA.


- Um vit ikki fara harðliga eftir narkohandlarunum so spilla vit okkara tíð. Tað inniber eisini deyðarevsing, segði Donald Trump í røðuni.


Sambært BBC, so er tað ikki tilvildarligt, at Donald Trump kunngjørdi sína ætlan í New Hampshire. Talan er um ein av teimum statunum, ið er harðast raktur av vaksandi trupulleikanum við ólógligum heilivági og rúsevnum.


Mett verður at 2,4 milliónir amerikanarar eru bundin av pínulinnandi rúsevnum, og sambært BBC, so doyðu í fjør 63.600 fólk av slíkum rúsevnum.


Umframt deyðarevsing, so kunngjørdi forsetin eisini, at stjórnin vil seta í verk tiltøk fyri at minka um mongdina av útskrivaðum heilivági, umframt at gera tað lættari at sleppa framat viðgerð.