Trummuspælari hekk fastur undir loftinum

Flúgvandi trummusettið hjá Motley Crue fekk tøkniligar trupulleikar á seinastu konsertini hjá bólkinum

Í ár hevur amerikanski rockbólkurin Motley Crue verið á farvæl-konsertferð kring heimin. Gamlaárskvøld varð seinasta konsertin hjá bólkinum nakrantið, tá ið teir spældu í Staples Centre í Los Angeles.

Ein partur av showinum hjá Motley Crue er sveimandi trummusettið hjá Tommy Lee. Eina løtu av konsertini fer Tommy Lee á flog við trummusettinum, sum hann er blivin kendur fyri at brúka, og meðan hann sveimar á skinnarum undir loftinum – stundum hangandi við høvdinum niðureftir – spælir hann við til tónleikin hjá bólkinum.

Á seinastu konsertini hjá Motley Crue fekk trummusettið tøkniligt brek, og tá ið Tommy Lee hevði hingið eina løtu við høvdinum niðureftir mitt undir loftinum, mátt hann biða hjálparfólk klúgva upp í skinnaran fyri at hjálpa sær niðuraftur. Tað lukkaðist uttan stórvegis trupulleikar, og áhoyrarnir tóktust halda tað verða gott undirhald.

Omanfyri ber til at síggja video av hendingini.