TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við trummusláaran og undangongumannin hjá fjepparafelagnum hjá KÍ, Bláu Bylgju. Talan er Um Otto Jacobsen, og var samrøðan gjørd framvið vøllinum á Djúpumýru í Klaksvík týskvøldið. Samrøðan byrjar við einari lítlari trummusolo.
Otto Jacobsen hevur saman við einari harðari kjarnu av KÍ-fjepparum verið við til at skapa ein sjáldsama góðan stemning til dystirnar hjá KÍ, sum hevur givið KÍ-leikarunum úti á vøllinum eitt eyka lyft, tá hart hevur leikað á í landskappingini og steypakappingini. Otto Jacobsen fortelur í samrøðuni hvussu tey í "Bláu Bylgju" hava borið seg at við at fáa gongd á hendan týðandi stuðulin fyri liðið hjá KÍ.
Otto Jacobsen hevur stóra virðing fyri steypaavrikunum hjá Víkingi, men hann heldur, at nú er tíð uppá, at føroyskur fótbóltur fær ein nýggjan steypavinnara. Hoyr eisini hvat Otto Jacobsen tippar.
In.fo og Rás2 siga frá finaluni um løgmanssteypið millum KÍ og Víking á Tórsvølli, sum byrjar leygarkvøldið klokkan 18.