Trummusláari hjá Ozzy Osbourne og Uriah Heep farin

Navnframi trummusláarin Lee Kerslake, sum serliga er kendur úr bólkinum Uriah Heep og Ozzy Osbourne, er nú farin. Hann varð 73 ára gamal

 

Nú er trummusláarin Lee Kerslake farin. 73 ára gamli Lee Kerslake hevur verið sjúkur í longri tíð av krabbameini. 

Tað var Ken Hensley, fyrrverandi limur í bólkinum Uriah Heep, sum váttaði tíðindini. 

– Tað er við tungum hjarta at eg luti við tykkum, at Lee Kerslake, vinur mín gjøgnum 55 ár og besti trummusláarin eg nakrantíð havi spælt saman við, tapti stríðið móti krabbanum klokkan hálvun fýra í nátt. Hann fór friðarliga, lova verði Gudi, men saknurin verður øðiligur, skrivar Ken Hensley millum annað.

– Eg veit, at fleiri tykkara hava biðið fyri, at hann ikki skuldi líða, og tað takki eg tykkum fyri. Nú tá Lee hvílur í friði, mugu vit biða fyri konu hansara, Sue, sum hevur tørv á stuðli hesa tíðina, skrivar hann eisini.