Trummuskeið í Havn

Mánadagin 8. desember og alla vikuna á tamp verða allar trummur tiknar fram í mentanargøtuni Tórsgøtu í Havn. Tá skipar Kvøldskúlin fyri trummuspæli á altjóða støði í Margarinfabrikkini og Reinsarínum.

Lærari í trummuspæli verður Gulli Briem, ið er kendur trummuleikari í íslendska fusjónsbólkinum Mezzoforte.

Øll eru vælkomin og undirvíst verður bæði við einstaklingum og í bólki. Nærri upplýsingar um Gulla Briem eru á heimasíðunum www.gullibriem.com ella www.mezzoforte.com. Meira um skeiðið á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu, www.torshavn.fo.