Eitt av kendu andlitunum í Gundadali er uttan iva Oskar Eiriksson, sum aloftast hevur trummurnar við, tá HB spælir heima. Oskar er eisini kent andlit frá landsliðsfótbólti, men her hava trummurnar tagt í gott og væl eitt ár.
- Eg eri keddur av at siga tað. Men við landsliðnum tapa vit hvørja ferð, og hóast vit royna at halda vónini, so er talan hvørja ferð um vónbrot. Tá er stuttligari at trumma við HB, tí vit vinna í hvussu so er av og á, sigur fyrrverandi Blackbirds-trummarin.