Mikukvøldið kendist tað at vera søtur sigur hjá EB/Streymi at vinna 3-1 í Sørvái, meðan tað at enda var vónbrot hjá HB, tá ið tað endaði 2-2 í Klaksvík, har heimaliðið javnaði við síðsta sparkinum í dystinum.
Í dag verður HB gestur í Hólmanum á Eiði.
Í Sørvági vóru tað veteranarnir Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, sum áttu avgerandi leiklut, tá ið teir eitt korter undan leikloki vórðu skiftir inn.
Í gjár var Hans Pauli Samuelsen alla tíðina á næstbesta liðnum, sum tapti 2-0 á heimavølli ímóti B71.
HB er favorittur, og teir báðir veteranarnir, Hans Pauli og Arnbjørn, fer EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen bara at senda á vøllin, um tað fer at ríða um snarið, tá ið ein lítil løta verður eftir.
Tá ið næstbesta HB liðið í gjárkvøldið tapti 1-0 á heimavølli ímóti NSÍ, var eingin teirra á listanum, sum plaga at vera við til at manna besta hópin.
Mikukvøldið vóru Samuel Johansen Chukwudi, Stefan Radosavljevic, Mical Przybylski og Pætur J. Petersen millum teir á HB beinkinum í Klaksvík.