FIFA-gølan, sum kom undan kavi fyri góðum tveimum árum síðani, hevur nú kostað tí fyrsta seka fongsulsrevsing. Talan er um Hector Trujillo, ið hevur verið aðalskrivari í fótbóltssambandinum hjá Guatemala.
63 ára gamli Hector Trujillo hevur játtað seg sekan í sviki, og hann varð í einum rætti í Brooklyn (USA) í dag dømdur átta mánaðar fongsulsrevsing. Hetta skrivar tíðindastovan AFP.
Svikið hjá Hector Trujillo varð framt við at hann og aðrir persónliga tóku ímóti peningi fyri at selja sjónvarpsrættindini til HM-undandystir í 2018 og 2022 til ávísar sølufyritøkur.
Hector Trujillo var aðalskrivari tíðarskeiðið 2009 fram til 2015, tá ið hann varð handtikin á einari familjuferð í Port Canaveral, Florida.