Trúgva upp á avtalu við Ungarn um Ukraina

Fleiri ES leiðarar siga undan serliga ES toppfundinum í Brússel í dag, at teir trúgva upp á eina avtala við forsætisráðharran í Ungarn, Viktor Orbán.

State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix

– Eg eri varin optimistur í mun til at fáa eina avtalu millum øll tey 27 ES londini, um ungarn er sinnað at gera eina neyðsemju, sigur virkandi forsætisráðharrin í Hollandi, Mark Rutte á veg inn á fundin.

Hann ger greitt, at tað eru ymsir møguleikar, men eingin greið loysn enn. Forsætisráðharrin í Belgia, Alexander De Croo, sigur, at tað er eingin annar møguleiki til aðra tænastu við Ungarn.

 

Londini skulu semjast um ein stóran hjálparpakka til Ukraina, sum ikki hevur pengar at reka samfelagið fyri, tí allir pengarnir verða nýttir til kríggið ímóti Russlandi. Ungarn hevur sum einasta ES land sett seg ímóti at hjálpa Ukraina.

 

State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix