Trude Marstein bjóðar inn í sín bókaheim

Mikukvøldið verður tiltak í Norðurlandahúsinum, tá norski høvundurin Trude Marstein bjóðar til bókaprát

Mikudagin fer virðislønti norski høvundurin Trude Marstein at greiða frá sínum bókum í práti í Norðurlandahúsinum við Berg D. Hansen, ummælara Trude Marstein (f. 1973) hevur givið út skaldsøgur, ritroyndir og eina barnabók, og hevur hon fingið eina røð av bókmentavirðislønum.

Marstein verður ofta serliga róst fyri mátan, hon megnar at avdúka gjónna millum tann nærleika, kærleika og umsorgan, ið vit stremba eftir skal vera millum menniskju, og so allar tær gerandisligu, forbodnu og skeivu kenslurnar, sum stinga seg upp, tá menniskju hittast.

Ein slík støða er eisini drívmegin í hennara seinastu skaldsøga »Gjøre godt«, sum nýliga kom út á donskum við heitinum »Weekend«.

Skaldsøgan fekk norsku ”Ummælara-virðislønina” í 2006, og sum heild fekk bókin eisini sera góða ummæli í donskum miðlum.

Tiltakið við Trude Marstein verður mikudagin 10. juni klokkan 12.30 í Norðurlandahúsinum.

Tað er norska sendistovan í Keypmannahavn, sum hevur tikið stig til tiltakið í samráð við norska konslinum í Føroyum Petur Even Djurhuus.

Tiltakið er alment.