LASTBILAR
Tíðindaskriv
Tiltakið varð fyrstu ferð roynt í fjør, og til at verða fyrstu ferð var tiltakið sera væl eydnað, siga fyrireikararnir. Hesaferð er ætlanin at gera meira gjørt burturúr. M. a verður skipað fyri undirhaldi, onkur kapping verður millum sjafførarnar, okkurt verður til børnini, og so verða steyp latin til teir vakrastu bilarnar. Fimm steyp verða latin. Tað verður soleiðis skipað, at bilarnir verða býttir í fimm bólkar og nr. eitt í hvørjum bólki fær steyp. Kl. 20.30 leygarkvøldið verða steypini handað teimum bilførarunum, ið hava vunnið. Føroya SHELL letur tey fimm steypini, ið verða latin bil-førarunum til ognar.
Bólkarnir eru:
1. Trekkjarar
2. Lastbilar
3. Kranabilar
4. Bussar
5. Trailarar
? Umframt alt hetta ynskja og vóna vit eisini at síggja húsbilar (Kampingbilar/vognar) á festivalinum. Hetta er nakað, ið ikki er roynt áður, men fara vit at royna hetta nú fyri fyrstu ferð. Kostnaðurin fyri at luttaka við kampingbilum er kr. 100,00 fyri bilin. Orsøkin til at vit ynskja at síggja húsbilarnar á festivalinum er, at hetta er eisini eitt serligt bilslag, sum føroyingar ikki kenna so nógv til.
Ynskiligt er eisini, at bilførararnir, ið luttaka á festivalinum, høvdu kunna tikið grillir og mat og drekka við, soleiðis at tað ber til at fáa hugnan, meðan tiltakið er í gongd.
Atgongd til tiltakið er ókeypis, men tó fáa tey vitjandi ein atkvøðuseðil við inn, soleiðis at tey vitjandi kunnu atkvøða um vakrasta bilin, í hvørjum bólki sær. Tá ið ein er liðugur at atkvøða, verður atkvøðuseðilin lagdur í ein kassa, har tað síðani verður gjørt upp, hvørjir vinnarnir eru. Til ber at atkvøða tá tiltakið opnar leygardagin kl. 16, og til kl. 20 leygarkvøldið. Kl. 21 fer avdúkingin fram, um hvørjir vinnarnir eru.
Leygardagin 28. august opnar festivalurin kl.16.
Kl. 23 leygarkvøldið spæla Hjalti og vinmenn til dans í støkk-høllini. »Guligans« skipa fyri.
Sunnudagin 29. august er fesivalurin opin frá kl. 14-17.
Endabresturin verður sunnukvøldið kl. 17. Bilarnir verða settir í eina rekkju, (Convoy) har bilarnir síðani fara ein biltúr til Leirvíkar at venda, og aftur til Runavíkar. Tá bilarnir hava snarað runt í Leirvík, fara teir bilarnir, ið skulu til Klaksvíkar, av tá koyrt verður framvið ferjuleguni í Leirvík, og tá komið verður úr Leirvíkstunnilinum til Norðagøtu, fara teir bilarnir sum skulu til Fuglafjarðar, av til Fuglafjørð. Soleiðis heldur leiðin fram. Bilarnir í Gøtu, fara av í Gøtu o. s. v.. Soleiðis minkar (Convoy´in) so við og við, og til seinast verður eingin bilur eftir í rekkjuni.
? Men minnist endiliga til, at tað er ókeypis atgongd til sjálvt tiltakið, siga fyrireikararnir.
Trucker festivalurin er fyri øll, og skulu tit ikki smæðast við at koma á Trucker festival.
Til ber at lesa meir á heima.olivant.fo/~pje/index.fo
Heitt verður á allar bileigarar og bilførarar, ið ætla at luttaka á festivalin-um, um at melda seg til sum skjótast. Tilmeldingin fer fram á tlf.: 508622 ella á leif@kls.fo
? Vit vóna, at áhugin fyri at luttaka verður eins stórur, ella størri enn í fjør. Tað er bara at melda til, siga fyrireikararnir, sum lata heilsa, at øll eru hjartaliga vælkomnum á Trucker festival.









