Tað verða nýggj andlit, sum fara at mynda Trucker Festivalin.
Fram til nú hava Hugo Skorastein og Leif Eliasen staðið fyri festivalinum.
- Vit, sum fráfarandi samskiparar, halda, at tíðin er búgvin til, at nýggj andlit koma inn í festivalin.
Tað siga Hugo Skorastein og Leif Eliasen.
Teir leggja aftrat, at avtala er gjørd við, Hans Marius Mouritsen Olsen, Sørvágur og Sonna Jacobsen, Tórshavn, sum báðir koyra trailara til dagligt, um at taka sær av Trucker Festivalinum.
- Hesum hava teir báðir so játtað, og sum sagt fara teir frá í dag av at taka sær av tiltakinum. Vit, sum garvaðir Trucker-samskiparar, fara at ynskja teimum báðum bestu eydnu við Trucker Festivalium framyvir.
Teir báðir, Hans Marius og Sonni, fara leypandi at koma við nærri kunning um til tiltakið.
Tað siga Hugo Skorastein og Leif Eliasen í skrivi til miðlarnar í kvøld.