Trucker Festivalurin byrjar í dag

Í dag kl. 14.00 byrjar Trucker Festivalurin 2010 í Klaksvík. Áttanda árið á rað verður Trucker Festivalurin hildin. Sum nakað annarleiðis verður fiskikapping við kranabilum. Eisini verður skipað fyri bilboksing. Undanfarin ár hevur bilboksingin verið á Sandinum, men í ár verður bilboksingin á parkeringsøkinum niðan fyri svimjihøllina.

 

Í fjørð var ein sonevndur showbilur á festivalinum, og í ár er aftur ein showbilur komin at luttaka á Trucker Festivalinum. Talan er um ein flottan sergjørdan kranabil, sum verður avdúkaður, tá festivalurin byrjar kl. 14.

 

Fyrireikararnir Leif Eliasen og Hugo Skorastein siga, at teir vænta nógv fólk til festivalin, serliga tí at tiltakið er ókeypis fyri tey ið vilja síggja framsýningina av lastbilunum.