Trucker Festivalurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak síðan 2003, tey fyrstu árini í Runavík og síðan í fjør hevur hann verið hildin í Klaksvík.
Sum vanligt er á Trucker Festivalinum verða ársins bilar kosnir, og ein bilførari verður eisini kosin Ársins Truckari. Eins og í fjør varð Jacob Edmund Jacobsen á Strondum kosin Ársins Truckari.
Í ár var eitt sindur meira gjørt burturúr, t.d. var ein showbilur komin úr Danmark. Talan var um “The Dragon” hjá Carsten Nielsen úr Køge, sum er ein flottur sergjørdur Scania forvognur. Bilurin varð fyrstu ferð avdúkaður, tá festivalurin byrjaði.
.
Yvir 70 bilar vóru teknaðir til festivalin. Fyrireikararnir, Leif Eliasen og Hugo Skorastein, siga, at tað ongantíð hava verið so nógv fólk til festivalin. Teir halda, at bæði tað at festivalurin var á norðoyastevnu og danski showbilurin gjørdu sítt til, at festivalurin varð so væl vitjaður.
Annars vóru ymisk tiltøk í sambandi við Trucker Festivalin. Leygardagin var bilboksing á Sandinum og sunnudagin sang countrysangarin Hallur Joensen. Ókeypis kaffi var báðar dagarnar at fáa í kassanum á hvíta bilinum hjá Faroe Ship, sum Ársins Truckari koyrir. Bilurin stóð miðskeiðis á festivaløkinum og var innrættaður sum ein café. Eisini var ókeypis suppa og grillmatur at fáa á økinum.
Eftir at ársins bilar vóru kosnir og steypini handað, koyrdu bilarnir í konvoy úr Klaksvík kl. 18.
_____________________________________________________________________-
Vinnarar av Trucker Festivalinum 2009
Ársins Veteranbilur Hans Egil Joensen
Ársins Forvognur Kristian Olsen, Hans Marius
Ársins Bussur Askham v.Olivar Askham
Ársins Kranabilur Johannes Rasmussen spf
Ársins Ruskbilur IRF, Karl Sofus í Heimustovu
Ársins Lastbilur Faroe Ship, Ovi G. Joensen
Ársins Trailari Hans Egil Joensen
Ársins Skiftilastari Hans Egil Joensen, Heri
Ársins Dumpari Norðhús, Jólfríður Hansen
Ársins Kassabilur Faroe Ship, Herálv Jensen
Ársins Festivalbilur IRF, Karl Sofus í Heimustovu
Ársins Betongbilur Articon, Suni
Ársins Oljubilur MAGN, Heini Hansen
Ársins Spesialbilur Løvubetong, Theodor
Ársins Showbilur The Dragon hjá Carsten Nielsen
Ársins Bilboksari David Christiansen
Ársins Truckari Jacob Edmund Jacobsen
Steypini vórðu latin av Tryggingarfelagnum Føroyar.